Maverick ger um seg

Nógvar spennandi konsertir í vikuskiftinum Tann vælumtókta cowboy barrin í Klaksvík, Maverick hevur nógv at bjóða fólki hettar vikuskiftið. Hósdagin klokkan 20.00 spælir Sámal Ravnsfjall, sum fekk alt Maverick húsið, at kókað síðsta fríggjadag. Fríggjadagin spælir Jens Marni Hansen, sum er sera populerur ímillum tey ungu. Leygardagin spælir legendan Terji Rasmussen og sunnudagin klokkan 19.00 spæla Magni og Dánjal. So tað er einki annað, at gera uttan at taka cowboy-hattin uppá seg og finna sær leiðina til Maverick hettar vikuskiftið...