- Ja vit taptu ímóti B36, men í dag vóru vit kappingarførir, og tað kann eg so gleðast um. Vit hava nú spælt fimm dystir á rað ímóti toppliðum har møguleikarnir eru 30/70. Nú fáa vit so nakrar dystir har møguleikarnir eru 50/50, har vit hava ein veruligan møguleika at vinna. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá TB/FCS/Royn, Maurice Ross.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Maurice Ross fyrr í kvøld.
Maurice Ross harmast, at sigursmálið hjá B36 kom aftaná eina innkaststøðu, har hansara menn ikki vóru nóg vaknir. Hann staðfestir tó, at B36 var tað betra liðið við Stórá í Trongisvági í dag.