Maud Wang Hansen setir ovastevnu

Eins og á øðrum bygdarstevnum, verður leygardagurin hin stóri dagurin á ovastevnu í Nólsoy.

Eins og á øðrum bygdarstevnum, verður leygardagurin 13. august hin stóri dagurin á ovastevnu í Nólsoy. Skráin fyri henda dagin er drúgv, og nógv ymiskt og forvitnisligt er á skránni - alt frá morgun-svimjitreffi á Malarenda klokkan 10 á morgni til stóra dansitiltakið í tjaldinum á bryggjuni um kvøldið, har Kim Hansen og Jens Marni Hansen fara at spæla.

 

Leygardagurin byrjar eitt nú við heitum potti undir Kunningarstovuni, heilsufótbóltskapping á Mýruni, fyrilestri um klædnasamanseting og kreativitet við Katrinu í Geil, designara, í Avhaldshúsinum og heldur fram um kvøldið við felagssangi og føroyskum-og enskum dansi. 

 

Felagssangurin verður á bryggjuni, føroyskur dansur í Avhaldshúsinum, Rannvá Vesturklett og Jóannes Jakobsen fara at spæla í Royndarhúsinum - og Kim og Jens Marni í tjaldinum á bryggjuni.

 

Men, leygardagurin hevur mangt slikt at bjóða nólsoyingum og stevnugestum annars. Klokkan 12.30 verður farið at svimja úr Havn til Nólsoyar, sum er eitt árligt og afturvendandi tiltak á ovastevnu, og klokkan 14 fer Maud Wang Hansen at seta stevnuna undir Mikkjalsveggi, og við setanina fer eisini Havnar Hornorkestur at seta sín dám á.

 

Seinnapartin leygardagin verða ymisk barna-og familjutiltøk í Nólsoy, útileikur verður um Ova Joensen, fólbóltsdystur verður millum damur úr Nólsoy og old girls hjá B36, og fótbóltsdystur verður eisini millum tónleikarar. 

 

Regattasigling verður í Sundalagnum seinnapartin fríggjadagin, og hetta plagar at vera eitt gott kvøld í Hósvík, har allir bátarnir leggja til bryggju. Vanligt er, tá veðrið er til vildar, at nógvir av hesum bátum halda leiðina fram út á ovastevnu í Nólsoy leygardagin, har bátarnir væntast um 15-tíðina.

 

Leygardagin fer Livar Nysted, havrógvari, eisini at halda fyrilestur í kjallaranum í Kunningarstovuni, har Diana Victoria - báturin hjá Ova Joensen - plagar at standa. Konsert verður í Nólsoyar kirkju við Havnakórinum, og útimøti verður við Frelsunarherinum. 

 

Leygardagin og leygarkvøldið verða tvær framførslur við kabarettini - Tann nakni sannleikin - og eisini fer Jensina Olsen at skipa fyri sangløtu fyri børnum á bryggjuni. Í Maggies fara Uni Debess og Janus á Húsagarði at spæla, og her verður ókeypis atgongd.

 

Tey, sum hugsa um at fara á ovastevnu, eiga at hyggja í skránna, sum hevur mangt annað enn tað, sum her verður kunnað um. Skráin fyri ovastevnu í ár man vera hin rúgvusmiklasta og forvitnisligasta nakrantíð.