Maud Olofsson leggur frá sær

Formaðurin í svenska Centerpartiet, Maud Olofsson, kunngjørdi í dag, at hon fer úr formansstarvinum, tá flokkurin fer at halda landsfund í september.

Maud Olofsson, sum er 56 ára gomul, hevur verið formaður í Centerflokkinum síðani 2001, og hon hevur verið vinnumálaráðharri síðani 2006.

Hildið verður, at hon var arkitekturin aftan fyri avgerðina hjá teimum fýra borgarligu flokkunum at taka seg saman í "Alliancen" upp undir ríkisdagsvalið í 2006. Við konservativa Fredrik Reinfeldt á odda eydnaðist tað teimum fýra at vinna valið, og síðani hava teir havt stjórnarvaldið.

Eygleiðarar í Stockholm vænta, at búskapartalskvinnan hjá flokkinum, Annie Johansson, hevur bestu møguleikarnar at fáa formansstarvið í Centerpartiet eftir Maud Olofsson.