- Eg eri snøgt sagt skelkað av at lesa støður og viðmerkingar hjá nógvum fólkum her inni á facebook um, hvørt flóttarfólk skulu koma til Føroya at búgva ella ikki.
Tað skrivar Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, á sínari facebook-síðu í kvøld.
- Fólk, sum eg havi mett eru bæði kristin og tolsom, hava lagt út viðmerkingar, sum eg meti vera beinleiðis rasistiskar. Hetta særir meg at lesa, og eg skilji ikki, hvar hesin óttin kemur frá.
Maud Wang Hansen vísir á, at summi fáa tað at ljóða, sum um øll flóttafólk eru kriminell, yvirgangsfólk ella muslimar - sum um tað í sjálvum sær er ringt.
- Hvat fær okkum at halda, at øll onnur enn vit sjálvi eru so? Hvussu definera vit, um fólk veruliga eru i neyð? Er ikki eitt hvørt menniskja, sum flýggjar undan kríggi, harðskapi og ræðuleikum í veruligari neyð?
Hon sigur, at summi tosa um, hvørt tey skulu sleppa ígjøgnum eina opna hurð ella eina hurð sum ein fótur spennir fyri.
- Slúsurnar mugu ikki vera opnar. Hvørjar slúsur? Hví tosa um slúsur, um tær bert skulu vera afturlatnar. Tá er meira talan um múrar enn um slúsur.
Maud Wang Hansen vísir á, at bráddliga eru tað fleiri, sum annars rópa upp um, hvussu tolsom og góð vit eru í Føroyum og sum meta, at vit hava tað gott, sum kúvenda og nú tosa um, at vit eiga at hjálpa okkara egnu fyrst.
- Hvar vóru tit, tá okkara egnu høvdu tørv á hjálp? Hví lótu tit eyguni aftur fyri teimum, sum detta niður ímillum í føroyska samfelagnum? Hví halda tit, at vit fáa tað verri, um vit hjálpa øðrum?
Hon vísir á, at tað eru so nógvir spurningar, sum hon kundi sett, men hon viðgongur, at hon óttast slíkar grundgevingar.
- Góðu vinir, latið okkum verða móti øðrum, sum vit ynskja, at onnur skulu vera móti okkum! eru seinastu orðini hjá Maud Wang Hansen, forkvinnu í Føroya Pedagogfelag í kvøld.