Matvørustovnurin fekk friðarheiðursløn Nobels

Nobel friðarheiðurslønin í ár er latin matvørustovninum hjá ST, World Food Programme, fyri stríð stovnsins at basa hungursneyð kring heimin.

Um heiðurslønina segði norska Nobel nevndin, at stovnurin hevur verið ein "ágrýtin styrki í royndunum at forða fyri, at hungur verður brúktur sum eitt vápn í kríggi og stríði", sigur BBC.

Hetta er 101 ferð, at friðarheiðurslønin er latin, og fyri heiðurslønina fær matvørustovnurin 10 milliónir svenskar krónur, ið er um 7 milliónir danskar krónur.

Ein talsmaður fyri matvørustovnin hjá ST sigur, at stovnurin er errin av friðarheiðurslønini, og matvørustovnurin metir, at stovnurin hjálpir um 97 milliónir fólkum um árið úr 88 ymiskum londum í stríðnum móti hungri.