Danska Matvørustýrið afturkallar í dag høsnarungabringur, sum De 5 Grønne Gaarde hava leverað. Orsøkin er, at tað er feilur í haldbarinum, sum tað verður sagt. Afturkallingin av hesari vøru fevnir um alt landið.
Sambært danska Matvørustýrinum er dagfestingin fyri haldbari á hesari vøru skeiv, og tí fara høsnarungabringur at oyðileggjast fyri tíð.
Talan er um høsnarungabringur, seldar í Kvickly og SuperBrugsen við vektini á 1200 gram. Dagfestingin fyri pakking er 11. august 2017 - og endadagurin fyri haldbari er 31. oktober 2017.
- Tað er hetta, sum er skeivt, tá hesar høsnarungabringur bert halda sær fram til 22. august 2017. So leingi, sum vøran ikki verður etin eftir 22. august, er eingin vandi á ferð.
Matvørustýrið mælir tó til, at fólk, sum hava keypt hesa vøru, bera vøruna aftur í handilin, haðani hon er keypt - og fólk kunnu eisini velja at blaka vøruna burtur.