Danskur professari væntar, at prísurin á matvørum fer at fella skjótt Heimsins størsti rávørumarknaður er í Chicago, og gongdin har bendir á, at prísurin á matvørum fer at fella í næstum, sigur Per Pinstrup-Andersen, sum er prpfessari á einum lærdum háskúla í New York við danska kringvarpið.
-Tað verður bíligari, enn tað var fyri trimum ella fýra mánaðum síðani, sigur hann við DR.
Sambært professaranum er tað rættiliga sannlíkt, at matvøruprísurin í Danmark fer at fella eini 10 til 15 prosent í næstum.