Matvørur trýsta prístalið

Saman við býlisútreiðslum eru matvørur orsøkin til, at brúkaraprístalið hækkaði 1,5% seinasta ársfjórðingin Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 1,5 prosent, úr 107,5 til 109,1. Tað er serliga størri býlisútreiðslur og hægri prísir á matvørum og bensin, sum toga brúkaraprístalið uppeftir.

Fyri býli samanlagt eru prísirnir farnir 4,4 prosent upp. Rentan á íbúðalánum er hækkað 6 prosent, húsaleiga 8,3 prosent og brenniolja til húsarhald 6,5 prosent.

Prísurin á brennievni til akfør er hækkaður 8,3 prosent.

Prísvøksturin fyri matvørur samanlagt var 1,4 prosent seinasta ársfjórðingin.

Prísirnir eru farnir upp í flestu matvørubólkum, mest á eplum og grønmeti, kornvørum, fitievnum og kaffi.

Tað er eisini vorðið dýrari at eta úti, prísirnir á matstovuveitingum eru farnir 1,2 prosent upp.