Hetta er størsti bæði ársfjórðings- og árligi prísvøkstur, síðan nýggja brúkaraprístalið kom í gildi fyrsta ársfjórðing 2001, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. ???
Prísvøksturin annan ársfjórðing var 2,2 prosent.?Frá fyrsta til annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 2,2 prosent, úr 113,9 til 116,4. Tað er framvegis prísvøksturin á brennievni og matvørum, sum toga prístalið uppeftir. ?
Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 20,2 prosent upp, og prísirnir á brennievni til bilar 11,5 prosent. ?Eins og í fyrsta ársfjórðingi eru allir matvørubólkar dýrkaðir henda ársfjórðingin.
Samanlagt eru matvøruprísirnir í handlum farnir 2,1 prosent upp, fyrsta ársfjórðing var vøksturin 1,3 prosent. Fyri veitingar á matstovum hevur prísvøksturin verið 4,1 prosent móti 2,6 prosentum fyrsta ársfjórðing. Frítíð og mentan er farið 1,1 prosent upp, serliga av prísvøkstri á ferðing til útlond. ??
Árligi prísvøksturin er 6,7 prosent ?Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir í miðal 6,7 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. ?Hetta er uppaftur hægri enn prísvøksturin fyrsta ársfjórðing, tá prísirnir vóru 6 prosent hægri enn fyrsta ársfjórðing í 2007. ?
‘Tað hevur verið stórur prísvøkstur í flestu matvørubólkum seinasta árið. Prísirnir á oljum og fitievnum eru farnir 14,7 prosent upp, breyð og kornvørur 9,9 prosent, mjólk, ostur og egg 7,7 prosent. ?
Matvøruprísirnir samanlagt eru í dag 6,9 prosent hægri enn somu tíð í fjør.