Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísinir 2,2 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Vøksturin stavar serliga frá dýrari orku og matvørum.
Hóast tíðirnar ikki eru, sum tær onkuntíð hava verið, er framvegis prisvøkstur í samfelagnum.
Hagstova Føroya hevur gjørt upp, at annan ársfjórðing í ár vóru brúkaraprísinir 2,2 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Tað eru orka og matvørur, sum fáa brúkaraprísirnar at hækka.
Prísirnir á orku eru hækkaðir mest. Hesin prísvøkstur kemur bæði frá príshækkingum uttanífrá og frá avgjaldshækkingunum á diesel og øðrum oljuúrdráttum. Harumframt er prísurin á ravmagni farin munandi upp.
Brennioljan til húsarhald er farin 16,1 prosent upp og ravmagn 11 prosent. Og prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 17,5 prosent.
Prísirnir í flestu matvørubólkum eru farnir upp seinasta árið, og samanlagt eru matvørur dýrkaðar 2,3 prosent.
Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkinum Samskifti.