Ov nógvur matur verður tveittur burtur, av tí at matvørur ikki eru nóg væl pakkaðar.
Í Danmark verður hvørt ár bleytar perur og lint salat fyri 3,1 milliardir krónur tveitt burtur.
Hetta kann broytast, um fruktirnar og grønmetið verða pakkað skilabetri inn, vísir gransking, ið er gjørd á Aarhus Universiteti.
Eitt granskingarsamstarv millum Teknologisk Institut, Aarhus Universitet og aðrar áhugabólkar, hevur til endamáls at vísa á, hvussu frukt og grønmeti skilabest verða pakkað inn, soleiðis at vørurnar verða frískar í longri tíð.
- Frukt og grønmeti anda og hava brúk fyri súrevni fyri ikki at spillast, tískil má innpakkingin ikki gerast ov tøtt. Um innpakkingin er ov tøtt, verður súrevnisinnihaldið sum frá líður ov lágt, og vøran spillist, sigur seniorgranskarin Merete Edelenbo á Aarhus Universitet.
Ov lágt súrevnisinnihald hevur við sær, at innpakkaðu vørurnar lata frá sær gass, sum kunnu fáa vøruna at lukta illa, og tað ger, at brúkarin velur at burturbeina vøruna.
Úrslit av granskingini vísa, at fyri at kunna velja skilabestu innpakkingina er bæði neyðugt at kenna tørvin á súrevni og goymsluhitan hjá vøruni. Jú hægri goymsluhitin er, jú meira súrevni verður brúkt. Harafturat skulu vørurnar goymast undir rætta hitanum undir allari viðfaringini.