Matvøruprísurin er ov høgur

Danska Brúkararáðið biður nú stóru donsku handilsketurnar um at seta prísin á matvørum niður. Vanligar matvørur sum breyð, ostur, kjøt og drykkjuvørur eru hækkaðar nógv í prísi seinnu árini, og úrslitið sæst aftur. Stórar handilsketur sum Coop, Fakta og Superbrugsen vinna pengar sum ongantíð áður.

- Det er eitt samanfall millum, at handilsketurnar vinna nógvar pengar, og at prísinir á matvørum eru hækkaðar nógv, sigur Martin Salamon, økonomur í Brúkararáðnum, við danska Kringvarpið

Hann heldur, at hóast rávøruprísurin er nógv lækkaður seinasta árið, sæst hetta ikki aftur á matvøruprísinum í Danmark.

- Tað sær út, sum at handilsketurnar hava gjørt sær dælt av støðuni, og nú er tíðin komin, at prísirnir verða settir niður, sigur Martin Salamon.