Teir seinastu fimm mánaðirnar eru matvøruprísirnir á altjóða marknaðinum falnir meiri enn ein fjórðing Í oktober fullu matvøruprísirnir á altjóða marknaðinum 13 prosent, og tað merkir, at teir eru falnir meiri enn 25 prosent, síðani teir vóru upp á tað hægsta í juni.
Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing frá matvørustovninum hjá ST, FAO.
FAO metti longu í summar, at prísirnir fóru at fella í heyst, men fallið er kortini størri enn mett, skrivar stovnurin í frágreiðingini.
Nú eru prísirnir á altjóða marknaðinum á sama støði sum fyri 15 mánaðum síðani, sigur FAO.