Málið, kvæðini og náttúran verður oftani tikið fram, tá tosað verður um okkara serføroyska samleika. Hetta er so eisini partur av tí, sum ger okkum til serstakt fólk, sum fær fremmandafólk at vitja oyggjar okkara og sum skapar fortreytir fyri eini ferðavinnu.
Tað er sjálvandi so nógv annað eisini, sum hoyrir til og skapar okkara samleika. Okkara serføroysku siðir, okkara list ja okkara geografiska plasering sum eitt sandkorn mitt úti í tí velduga Atlantshavi eru alt nakað, sum byggir upp undir henda samleika.
Men oftani síggja vit ikki skógina fyri berum trøum. Og eitt, sum væl kann koma undir hesa málsiping eru okkara serføroysku matvørur og matvørusiðir ella einfalt okkara matmentan. Eins og serstakur tónleikur og list eyðkenna hvørt einstakt land, so gera maturin og matsiðirnir tað eisini. Hetta er eisini tað, sum ferðamaðurin leggur til merkis og fer eftir, tá hann vitjar. Hvat eta tit, hvat eiga tit av matvørum, sum bara finnast júst her eru spurningar, sum fremmandafólk oftani seta.
Ikki fyrr enn hesi seinastu árini hava einstaklingar her á landi roynt at gera almenningin varugan við tað gullnám, sum okkara matmentan í veruleikanum er. Feløg og stovnar hava gjørt sítt til at gera matmentanina meira sjónliga. Matstovan Gourmet, sum tíverri mátti stongja, varð eitt nýbrot og ein roynd at varpa ljós nettupp á henda veruleika. Og undangongumaðurin Mortan ì Hamrabyrgi hevur við sínum ótroyttiliga leikluti eisini roynt at gera føroyingar varugar við tann dýrgrip, sum okkara matmentan fevnir um. Tað var tí eisini eitt herðaklapp til bæði hansara og til matmentanarhugtakið sum heild, tá Ársins Átak fór til júst Matvørufestivalin, sum Mortan skipaði fyri.
Herfyri fór so Hotel Føroyar undir eitt tiltak, sum nettupp setur fokus á okkara serføroysku matvørur. Ein kann kalla tað “FM í skerpikjøti” um ein vil. Júst í dag situr eitt stórt panel á hotellinum og smakkar turt kjøt frá 7 ymsum føroyskum bóndrum. Og í annaðkvøld skal so fólkið tala, tá 200 gestir skulu royna skerpikjøtið og vera dómarar. Eitt frískt og frálíkt tiltak, sum er við til at varpa ljóð á hetta okkara so týðandi tilfeingis og mentanarliga gullnám, føroyska matin.
Nú frætta vit so eisini, at útbúgving og skeið innan matvøruøkið skulu raðfestast hægri í útbúgvingarskipanini. Alt hetta er bara at fegnast um, tí her er veruliga nakað, sum ikki bert kann vera við til at gera okkum meira spennandi og forkunnug sum ferðamannaland, men har eisini føroyingar sjálvir kunnu fáa eyguni upp fyri tí serføroyska tilfeingi, ið bara finst her. Sum vit harvið kunnu bera víðari til komandi ættarlið men sum vit eisini – um vit eru meira miðvís - kunnu fáa nógv meira burtur úr við nýhugsan og nýroyndum, nakað, sum eitt nú Gourmetverkætlanin og seinast Matfestivalurin royndu at seta út í kortið. Latið okkum øll taka eitt tak fyri matmentan okkara og ikki minst rætta undangongufólkunum eina hjálpandi hond.
-----
Sosialurin