Løgtingslóg nummar 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m.
Nógv umstrídda matvørulógin er ikki nýggj. Hon varð undirskrivað at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, tann 26. mai og kom í gyldið dagin eftir. Sostatt hevur hon havt virkna í skjótt fýra ár. Men eitt undantak hevur verið í lógini, sum fellur burtur næsta summar.
Talan er um Grein 60, stykki tvey, sum er soljóðandi:
»Framleiðsla, viðgerð, marknaðarføring og søla av føroyskum seyða- og neytakjøti til endabrúkaran umvegis heil- ella smásølu verður tó framvegis regulerað eftir galdandi siðvenju smbrt. løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. til 1. juni 2015«.
Harvið verður á hasum økinum virkað eftir eini lóg, sum næstan 29 ára gomul – men tað verður broytt í juni næst ár, tá skiftistíðin er av og hetta undantakið fellur burtur, og kravið um eitt nú løggildar hjallar verður veruleiki. So um tú skalt selja ræst ella turt til matstovur og handlar skal tað vera frá góðkendum hjalli (og sláturvirki).
Grein eitt í fyrsta kapitul í matvørulógini er annars soljóðandi:
»Endamál lógarinnar er at tryggja brúkarunum heilsugóðar matvørur við góðari góðsku, verja brúkararnar móti villleiðing, eitt nú ovurrós í sambandi við marknaðarføring av matvørum v.m., at fremja heilsugóðar matarvanar og soleiðis gera sítt til at tryggja matvøruframleiðarum og handilsfólkum rímiligar og einsháttaðar treytir og at fremja føroyskan matvøruútflutning. Hetta skal stuðlast við einum virknum og tørvsvendum almennum eftirliti av øllum liðum í framleiðslu og umsetningi av matvørum«.