Matvøruburturkast endar í ovninum

Í Føroyum er í løtuni hvørki biogassverk ella kommunal komposteringsskipan, og tískil endar alt matvøruburturkast, og sostatt eisini matoyðsl, í ovnunum í kommunalu brennistøðunum í Leirvík og á Hjalla.

Tann matur, sum endar sum matoyðsl, endar sum vanligt í ruskspannini, og haðani gongur leiðin antin til brennistøðina á Hjalla ella til brennistøðina hjá IRF í Leirvík.

Í IRF hava tey ikki nágreinilig hagtøl fyri, hvussu stórur partur av burturkastinum er matoyðsl og matvøruburturkast annars, men vísa til donsk hagtøl, tí at forbrúkaramynstrini eru ivaleyst nakað tað sama.

Hagtølini hjá Miljø- & Fødevarestyrelsen vísa, at millum 23,5 og 25,5 prosent av øllum húsarhaldsburturkasti er tað, sum verður bólkað sum matoyðsl, meðan 17,8 og 22,7 prosent er matvøruburturkast yvirhøvur. Hetta merkir, at samanlangt stendur matvøra fyri 48,2 prosentum av øllum húsarhaldsburturkasti.

Hjá IRF eru tey eisini varug við trupulleikan við matoyðsli, og eisini IRF vil vera partur av arbeiðnum at tryggja, at so lítið av mati fer burtur sum møguligt.

- Vit hava havt lýsing úti, ið skal minna fólk í at hugsa um matoyðsl. Vit hava eisini lagt okkara strategi eftir at fáa fólk at minka um nýtsluna og at endurnýta sum mest. Vit halda í øllum førum, at tað fer ov nógvur matur burtur, og vit eggja til, at fólk gera okkurt við tað matoyðsl, sum er, sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari og varastjóri í IRF.

 

Matvøruburturkast endar í ovninum

Tað matvøruburturkast, sum er, endar tó í ovninum saman við øllum øðrum húsarhaldsburturkasti og tí vinnuburturkasti, ið skal brennast.

Tá vísast skal á, hvørjar avleiðingar matvøruburturkast hevur fyri forbrenningina í ovninum hjá IRF, gerst søgan eitt sindur meira samansett. Ovnurin er settur saman til at taka ímóti bæði matvøruburturkasti og øðrum burturkasti í senn. Burturkast, sum til dømis plastikk, letur frá sør øgiligan hita, tá tað brennir. Matvøruburturkast og annað húsarhaldsburturkast, hinvegin, heldur hitanum niðri, og verður ovnurin ov heitur, so sløknar hann. Tískil er ovnurin gjørdur til brenna eina blanding av ymsum burturkasti.

Reint umhvørvisliga heldur Aslaug Gisladóttir tó, at tað hevði verið gott at fingið matvøruburturkast burtur úr restini av burturkastinum, soleiðis at tað kundi verið gagnnýtt á onkran hátt.

 

Ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni

IRF arbeiðir í løtuni ikki sjálvt við ítøkiligum ætlanum fyri endurnýtslu av matvøruburturkasti. Gognd hevur verið í nógvum verkætlanum hjá interkommunala renovatiónsfelagsskapinum, og tí hevur matvøruparturin verið noyddur at bíða. Kortini hevur IRF havt fingurin á pulsinum aðrastaðni fyri at vita, um loysnir eru, sum hóska seg til Føroysk viðurskifti. Millum annað verður eyga hildið við ætlanum at gera biogassanlegg, umframt at at kommunan í Vági er farin undir at kanna møguleikarnar fyri komposering av matvøruburturkasti.

Har eru tó strang krøv og avbjóðingar annars til bæði biogassframleiðslu og komposering, ið mugu møtast, áðrenn nakað ítøkiligt kann henda frá IRF.