Margerth Dalsenni, sum eigur og rekur Dals vøruhús í Klaksvík, fekk eini áhugaverd boð frá eini ungari, stakari mammu herfyri, sum var fastur kundi í Dals, men sum nú er flutt til Danmarkar. Í boðunum stóð:
"Eg vil líka fortelja tær her at eg var til handils i gjár og keypti tríggjar pakkar av mjólk, fimm kilo av eplum, eitt kilo av kjøtfars, bearnaise sós, eitt rugbreyð, gråsten salat, eina sodavatn og groft salt. Alt fyri 90 krónur. Hvat hevði tað kostað har heima?"
Margreth greiðir frá at á veg heim dagin eftir, fór eg til handils fyri at keypa hendan sama ordran, tí henni dámar ikki at gevast við einhvørjari uppgávu hon fær, fyrrenn hon hevur fullført hana. Sami ordrin kostaði í Føroyum 243 krónur. Hetta vil siga at hvør vøra í miðal kostar 19 krónur meir í Føroyum.
Síðani Margreth legði hesa myndina og frágreiðingina út herfyri hava 125 deilt myndina, og nógv hava viðmerkt. Fólk eru skelkaði tá tey síggja prísmunin, sigur hon.
Hóast hetta, so eru eisini fleiri, sum halda at vit hava so nógvar fyrimunir her heima á klettunum, millum annað við at fleiri okkara fáa fisk, grind, avroð og slíkt frá vinum og kenningum.
Sjálv sigur Margreth at hon hevði ikki funnið uppá at flutt av landinum, hóast høgu prísirnar, men at okkurt møguliga kann gerast fyri at fólk fáa ein lættari gerandisdag.
- Kanska skuldu heilsølurnar keypt vørur úr øðrum londum, tí tað er kki neyðugt at alt kemur úr Danmark. Møguligt hevði eisini verið at tikið MVG av mest neyðugu vørunum, sigur hon.
Margerth Dalsenni gleðist tó um onkrir matvøruhandlar fylla vognar við vøru, sum er á markinum at fara um seinasta søludag, og selja tær bíligari.
- Eg upplivi upplivi hvønn einasta dag, hvussu glað fólk eru fyri at kunna fáa bíliga vøru. Eisini vóni eg at fólk hugsa seg um, áðrenn tey koyra nakað í skrell, tí tað er brúk fyri øllum, sigur hon.










