Inni í reyða róðrarneystinum beint við Summarfestivaløkið er møgulleiki at keypa sær ein betri bita, um hugurin verður til meira enn eina pylsu og sodavatn.
- Vit hava eina trírættaða matarskrá, har vit bjóða húsasuppu, oksasteik og rabarbukompot, sigur Magni Garðalíð, kokkur og eigari av Viljin, ið stendur fyri matgerðini.
- Hetta er fyrsta árið, at vit gera mat á Summarfestivalinum. Undirtøkan hevur verið heilt rímilig inntil víðari.
Viljin hevur ikki fastan bústað í Klaksvík.
- Sjálvur búgvi eg á Húsum, og har hava vit bæði køk og matstovu. Nógv keypa mat frá okkum til tiltøk ymsa staðni runt í Føroyum, men allur maturin verður gjørdur á Húsum, sigur Magni.
Rabarburnar til dessertina eru av Húsum, men kjøtið er útlendskt.
- Tað hevði verið stuttligt at havt føroyskt kjøt. Men tað er torført at finna nóg stórar mongdir til, at tað skal loysa seg, sigur Magni.
Tá Magni ikki fæst við mat og matgerð, so hevur hann bát, sum hann brúkar til ferðavinnu endamál.
- Seinni í dag skal eg út við donsku TV2 at fiska. Tað verður spennandi, og gleði eg meg nógv til tað, letur úr Magna.