Matur og mentan í Havn

Tað munnu vera mong ár, síðan seinasti varðin er laðaður í Føroyum, sum ikki bara er laðaður uppaftur, tí tíðarinnar tonn hevði gjørt, at bara leivdirnar vóru eftir. Matstovuvinnan kappast um føroysku viðskiftafólkini, og hon kappast eisini um at røkka útlendsku ferðafólkunum, sum koma til landið um sumrarnar.

Ein av matstovunum í Havn fór í vikuni undir føroyska buffét, og fer nú í summar at hava føroyskt borð tveir seinnapartar um vikuna, týsdag og hósdag.

Í sambandi við, at borðreitt verður við føroyskum mati, hevur matstovan eisini latið seta upp tríggjar varðar - ein úti í túninum og tveir smærri varðar við borðið inni í matstovuni, har borðreitt verður við føroyska matinum.

Matstovueigarin sigur, at føroyska borðið í fyrsta lagi er ein roynd at geva útlendsku ferðfólkunum høvi at keypa sær føroyskan mat, meðan tey eru í Føroyum.

- Vit eru fleiri ferðir spurd, um vit hava føroyskan mat, men vit hava ikki havt nakað serstakt konsept við hesum. Nú eru vit so farin undir at hava tvær føroyskar buffé´ir um vikuna, og vit vóna, at útlendsku ferðafólkini fara at brúka hetta tilboð okkara, sigur matstovueigarin.

Hann heldur, at varðarnir kunnu verða við til at fjálga um umhvørvið og geva útlendsku gestunum eina kenslu av føroyskari mentan og søgu.