Tann sum ferðast í fremmandum londum, ger tað ivaleyst í størstan munnfyri at sleppa at síggja og royna okkurt nýtt. Summi falla so væl til, at tey venda aftur ár um ár. Tá eru tey at kalla ikki fremmandafólk meira og hava uppgivið ævintýrhugin. Hetta at uppliva og merkja tað, sum hini hava at bjóða.
Ein góður máti at koma í samband við fremmandar mentanir, er at royna matin hjá teimum, tú vitjar. Tað er jú ein partur av mentan teirra, og helst tann parturin, lættastur er at koma í samband við.
Í vikuni vórðu ferðavinnufólk úr Italia á Hotel Føroyum og søgdu áhugaðum føroyingum frá landslutinum Umbria í MiðItalia, har millum annað býurin Perugia liggur. Tað er har, Atlantsflog fer at flúgva í summar. Tiltakið var fingið í lag í samstarvi við Atlantsflog. Nógv varð á tiltakinum á Hotel Føroyum gjørt burtur úr lokala matinum, teir fremmandu høvdu við sær.
Perugia liggur í mentanarvøgguni í MiðItalia, har mætir listamenn og rithøvundar hava sín uppruna. Eisini eru kendir kirkjumenn ættaðir úr økinum. Eitt nú er grannabýur Perugia tann kendi Assisi, hvørs kendasta býarbarn ivaleyst er hin heilagi Frans, sum pílagímar í túsundatali árliga koma til býin at minnast.










