Máttu steingja Kaldbaksvegin

Tað var nógv vatn og nógvur ísur á vegnum


Í gjárkvøldið varnaðust fólk, at frárenslið frá Týggjará í Kaldbak var typt og ísur og vatn tók at renna út á vegin.

Landsverk varð fráboðað og fyri at forða fyri eini vanlukku, varð gørt av at steingja vegin í nátt.

 

Í nátt hava fólk frá Landsverki hava sostatt arbeitt upp á at reinsa frárenslið og Kaldbaksvegurin varð latin upp aftur til morgunferðsluna í morgun, sigur løgreglan.