Máttu langt niður á listan eftir varafólkum

Allir býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum vóru burturstaddir á býráðsfundinum á Tvøroyri í morgun

Allir býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum vóru burturstaddir á býráðsfundinum á Tvøroyri í morgun.

 

Tað var ein serligur fundur hjá býráðnum á Tvøroyri, sum varð kallað saman mitt í feriutíð at viðgera umsóknina, sum Varðin Pelagic hevði sent býráðnum um byggiloyvi til nýtt virki, eftir at Varðin Pelagic brann í grund 9. juni í ár. Býráðsfundurin var eisini serligur, tí at allir tríggir býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum vóru burturstaddir, og tí var neyðugt hjá teimum at kalla varafólk inn fyri seg.

 

Men fyrsta varafólkið, sum Annika Pearce, var eisini burturstødd, og tí var neyðugt at fara enn longur niður á listan hjá Javnaðarflokkinum og fáa nummar 4, 5 og 6 at møta.

 

Tey, ið umboðaðu Javnaðarflokkin á býrásfundinum í morgun vóru:

 

Pauli Einarsson

Páll Augustinussen

Óli Johannesen

 

Uppstillingarlistin hjá Javnaðarflokkinum sá soleiðis út á seinasta býráðsvalið, trý tey fremstu vórðu vald:


1    Bjarni Hammer    138
2    Bogi Johannessen    108
3    Súsanna Bertholdsen    75
4    Annika Jensen Pearce    49
5    Pauli Einarsson    37
6    Óli Arnason Johansen    17
7    Páll Augustinussen    14