Máttu avlýsa móttøku fyri Víkingi

Eftir ætlan skuldi móttøka vera fyri leikarunum hjá Víkingi í Norðragøtu í kvøld. Tað var Eysturkommuna, sum hevði skipað móttøkuni í Víkingahúsinum, nú Víkingur skuldi koma aftur úr Letlandi, har teir fingu javnleik ímóti FC Daugava og tískil komu víðari í kappingini.

Men í Vágum var mjørki, og flogfarið vendi aftur til Keypmannahavnar. Tað lendir ikki fyrr enn einaferð seinnapartin í morgin.

Jóhan Christian sigur við in.fo, at hann fegnaist um góða úrslitið hjá Víkingi – og at liðið enn einaferð megnaði at koma víðari út í Evropa. Hann helt tað vera spell, at teir ikki komu í kvøld, men av tí at tey ikki vita við vissu, nær teir koma, er ikki enn planalagt um móttøka verður í morgin, men tað frætta vit nærri um.