Mattrot í Spania

Verkfallið hjá teimum sponsku lastbilstjórunum ger, at fleiri matvørur eru farnar at ganga undan

Teir sponsku lastbilstjórarnir sýta fyri at seta seg aftur við róðrið, fyrr enn stjórnin tekur onkur stig til tess at tryggja teimum bíligari olju.

 

Lastbilstjórarnir hava nú verið í verkfalli í fleiri dagar, og tað sæst í handlunum kring alt landið. Sky News sigur, at í nógvum stórhandlum er tað torført at fáa feskan fisk og feskt kjøt, og harumframt eru frukt og grøtmeti farin at ganga undan.

 

Ein orsøk til støðuna er, at mong hava lagt so nógv inn undir seg, at ov lítið ella einki er eftir til hini, sigur Sky News.