Mattias: Steypahálvfinalurnar fara at minna um dystin Danmark-Føroyar

Klokkan 18 spælir FC Fredericia fyrru hálvfinaluna í donsku steypakappingini móti superligaliðnum, Silkeborg

Mynd: Scanpix

Í kvøld klokkan 18 verður higartil størsta uppgávan hjá Mattiasi H. Lamhauge í donskum fótbólti. Tá spælir Fredericia úr næstbestu deildini fyrru hálvfinaluna í donsku steypakappingini móti superliga-liðnum, Silkeborg á útivølli. 

 

Sambært Fredericia Dagblad var Mattias longu aftur til venjing hjá Fredericia dagin eftir venjingardystin millum Danmark og Føroyar, ið var leiktur týskvøldið á leikvøllinum í Brøndby.

 

Fredericia Dagblad heldur, at Mattias stóð sera væl í tí føroyska málinum, og kundi einki gera við tey bæði donsku málini. Fredericia Dagblad metir eisini, at Mattias fer at verja málið í dystinum í Silkeborg í kvøld, men undirstrikar samstundis, at Mattias má standa seg eins væl og í dystinum móti Danmark um Fredericia skal fáa eitt brúkiligt úrslit í tí fyrru hálvfinaluni móti Silkeborg.

 

- Danmark hevði níggju málroyndir innanfyri málrammurnar, og tvær av teimum endaðu í málinum. Eg vænti, at dystirnir móti Silkeborg kunnu fara at minna um landsdystin móti Danmark. Sigur Mattias við Fredericia Dagblad.

 

- Tað er ikki bara eg, ið má spæla væl. Vit mugu allir spæla upp til okkara besta, og so mugu vit trúgva uppá tað. Eg taki allar dystir á sama hátt. Eg eri altíð til reiðar at gera tað, ið skal gera. Í nøkrum dystum er tað meira at síggja til enn í øðrum dystum. Eg vænti, at tað verður nakað at síggja til móti Silkeborg. Tað er nakað mentalt, tí tað merkir, at ein er til reiðar alla tíðina. Tað er sum tá tú koyrir í ferðsluni, og tú sært ongar bilar, og so knappliga ert tú inni í Keypmannahavn, og so mást tú aftur hugsavna teg um uppgávuna. Men sjálvt í dystum, har tað ikki er so nógv at gera er ein noyddur at halda seg í gongd. Tí er ein ókonsentreraður í bara eitt sekund, so endar bólturin í málinum. Eg haldi tað er fínt, at vit byrja hálvfinalurnar á útivølli. Eg meti, at tað er ein fyrimunur. Fái vit eitt brúkiligt úrslit, so kunnu vit gera arbeiðið liðugt á heimavølli á Monjasa Park. Um vit vinna ella spæla javnt í dag, so livir uppgerðin. Og um vit tapa við einum máli, so er uppgerðin enn opin. Sigur Mattias við Fredericia Dagblad.

 

Sambært Fredericia Dagblad eru níggju bussar við Fredericia-fjepparum á veg til Silkeborg fyri at stuðla liðnum. 

 

Seinna hálvfinalan millum Fredericia og Silkeborg verður leikt á Monjasa Park leikvøllinum í Fredericia, hósdagin 11. apríl klokkan 17. 

 

TV3+ sum sæst á Televarpinum vísir dystin millum Silkeborg og Fredericia. Sendingin byrjar klokkan 17.30. 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix