Mattias og liðfelagarnir í Fredericia vunnu á Hobro

Fredericia er triðfremst í ovara endaspælinum

Her søkir Hobro at málinum hjá Mattiasi H. Lamhauge (Mynd: Fredricia Dagblad)

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia ferðaðust í dag til Hobro fyri at spæla dyst í tí ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Fredericia at fáa øll trý stigini aftaná ein 2-1 sigur á Hobro.

 

Sofus Berger legði Fredericia á odda tá eitt stórt korter var spælt av fyrra hálvleiki. Gustav Olsted Marcussen økti til 2-0 tá 72 minuttir vóru leiktir.

 

Leingi sá út til, at Mattias fór at halda málið reint, men stutt undan dystarenda beini verjuleikarin, Mikkel Fischer bóltin í egið mál, men tað endaði so við einum 2-1 sigri til Fredericia.

 

Sambært hagtølunum hevði Mattias fimm bjargingar í dagsins dysti. Fredericia Dagblad staðfestir ein uppibornan sigur til Fredericia.

 

Fredericia er nú á triðja plássinum í ovara endaspælinum við 41 stigum. Teir hava tó 14 og 15 stig upp til tey fremstu liðini, AaB og Sønderjyske sum hava ávikavist 55 og 56 stig.

 

Komandi hósdag 25. apríl kann Fredericia fáa eitt lítið vet av spenningi í uppflytingarstríðið aftur. Tá kemur AaB nevnliga á vitjan á Monjasa leikvøllinum í Fredericia. 

 

AaB kann við sigri tryggja sær uppflytingina, og tí vænta tey í Fredericia nógvar útiáskoðarar til dystin. 

 

 

 

Her søkir Hobro at málinum hjá Mattiasi H. Lamhauge (Mynd: Fredricia Dagblad)