Føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia høvdu i dag í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ein torføran heimadyst móti Sønderjyske, ið saman við AaB liggur til eina greiða uppflyting til superliguna.
Fredericia mátti eisini leggja rygg til eitt 0-2 tap. Sønderjyske legði seg á odda í 37. minutti, og tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki øktu teir til 2-0.
Sønderjyske hevði fimm royndir innanfyri málrammurnar, og Mattias var noteraður fyri tríggjar bjargingar.
Samlaða talið av málroyndum vísti 16-8 til Sønderjyske. Fredericia hevði tríggjar málroyndir innanfyri málrammurnar.
Sønderjyske og AaB er langt fremst í ovara endaspælinum við 55 stigum hvør. Og tað er eingin ivi um, at hesi bæði liðini flyta upp í superliguna.
Fredericia er nummar fimm í ovara endaspælinum við 38 stigum. Kolding, Vendsyssel og Fredericia hava øll 38 stig. Hobro hevur 37 stig.
Komand leygardag klokkan 13 spælir Fredericia móti Hobro á útivølli.