Fyri Jóannes er tað ikki ein spurningur um at fara á Summarfestival ella ikki.
- Sum klaksvíkingur má eg fara. Haraftrat er tónleikurin ótrúliga góður, sigur Jóannes.
- Eg havi verið á Summarfestival hvørt ár. Einaferð mátti eg rýma, tí eg skuldi taka myndir til eitt brúdleyp. Men uttan tað, so havi eg verið hvørja ferð.
Av tónleiki lurtar Jóannes mest eftir country, gospel og rokki.
- Mær dámdi ótrúliga væl rokklegendurnar, sum sungu í gjár. Kendi flestu sangirnar, so tað var ordiliga kul, sigur Jóannes og leggur skemtandi aftrat,
- Mika haldi eg, at eg var ov gamal til.
Hæddarpunktið á Summarfestivalinum er sambært Jóannesi í kvøld.
- Kim Larsen gleði eg meg ótrúliga nógv til. Honum havi eg lurtað nógv eftir tey síðstu mongu árini, so tað verður spennadi, sigur Jóannes.
Jóannes hevur eitt greitt ynski um næsta árs høvuðsnavn.
- Eg má siga sum Kristian Joensen segði herfyri, at eg vóni, at Alan Jackson kemur. Tað hevði verið nakað av tí, sigur Jóannes at enda.










