Rannsóknarskipið Magnus Heinason er nú givið við kanningunum fyri í ár. Havstovan sigur á heimasíðuni, at vanliga plagar skipið at vera í drift til november, men bæði í ár og í fjør hava kanningarnar verið skerdar.
- Orsøkin er, at rættiliga stórar umvælingar eru gjørdar, sum eru goldnar av vanligu rakstrarjáttanini og tískil er játtanin uppi nú, hóast tríggir mánaðir eru eftir av árinum
Tá skipið á sumri 2012 var til klassingar, bleiv avdúkað, at nógvar plátur vóru so illa tærdar, at tær eru vorðnar ov tunnar.
Myndugleikarnir kravdu, at nakrar plátur skuldu skiftast beinanvegin, men aðrar kundu bíða til í ár.
Umvælingarnar á sumri 2012 kostaðu 2,4 milliónir krónur og tær sum blivu gjørdar í ár vetur, kostaðu 1,4 milliónir.
- Játtanin, skipið fær á fíggjarlógini á hvørjum ári, røkkur til rakstur og vanligt hald. Men hon klárar ikki so stórar eykaútreiðslur sum hesar og tí eru kanningarnar skerdar bæði í fjør og í ár sigur Havstovan.