Orsøkin var, at forsætisráðharrin fekk ikki ljóð.
Hinvegin var so nógv óljóð frá floytum, megafonum og hornum av ymiskum slagi, og fleiri róptu ókvæmisorð eftir henni. Hetta gjørdi, at forsætisráðharrin fekk bara sagt millum eina helvt og ein triðing av tí, sum hon segði, tá hon helt røðu aðrastaðni í dag.
Aftaná segði Helle Thorning-Schmidt, at hon valdi at gevast, tí hon hoyrdi ikki, hvat hon segði.
Støðan var ikki sørt spent, meðan Helle Thorning-Schmidt var á røðarapallinum, og bæði undan og aftaná gingu menn hjá løgregluni saman við forsætisráðharranum.