Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur kring oyggjarnar í dag, og tá stormurin var upp á tað ringasta, fekk løgreglan eina fráboðan um, at fleiri bilførarar høvdu sæð eina kúgv liggja við Kaldbaksvegin nærhendis Sundsverkinum.
- Vit fingu fleiri fráboðanir frá fólkum, um at ein deyð kúgv lá við eitt parkeringspláss við landsvegin nærhendis Sundsverkinum. Vit væntaðu, at ein bilur hevði koyrt á hana, so vit fóru alt fyri eitt avstað at kanna málið.
- Á veg til kúnna ringdi ein bilførari, ið hevði steðga á og hugt nærri at kúnni. Hann helt, at kúgvin enn var á lívi, tí hon gav ymisk ljóð frá sær, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.
Tá høvdu teir longu fingið fatur á bóndanum, ið kundi varpa ljós á hvat var hent.
- Tað vísti seg, at kúgvin var farin við fimm øðrum kúm til rýmingar undan storminum. Hendan kúgvin var tó so óheppin, at hon datt oman og meinslaði seg so illani, at hon varð liggjandi.
Kúgvin var so illa fyri, at avgjørt varð at drepa hana á staðnum. Tað vóru fólk frá bóndanum, ið drupu kúnna.
Fyri umleið seks árum síðani var ein líknandi støða í sama øki, har fimm kýr duttu oman á landsvegin.