Matthew Workman væntar, at Obama vinnur

Stóri amerikanski Føroya-vinurin, Matthew Workman úr deilríkinum Oregon í USA væntar, at Barack Obama fer at vinna amerikanska forsetavalið.

Matthew Workman framleiðir netsendingina "Faroe Islands Podcast"

Í prosentum verður tað ógvuliga tætt millum Barack Obama hjá tí demokratiska flokkinum, og Mitt Romney hjá tí repuplikanska flokkinum. Men Matthew Workman væntar, at Barack Obama fer at vinna fleiri valmenn í teimum størru deilríkjunum í USA.

Matthew Workman væntar ikki, at tað vánaliga veðrið í USA fer at hava ávirkan á endaliga úrslitið.

Sjálvur hevur Matthew Workman atkvøtt fyri Barack Obama, sjálvt um Matthew Workman eins og Mitt Romney er mormonari. Matthew Workman undirstrikar tó, at teir flestu mormonarnir velja Mitt Romney, og at teir flestu littu veljararnir velja Barack Obama.

Fyrr í dag var eitt prát við Matthew Workman á Rás2, sum tað ber til at hoyra undir greinini. Sambandið við Oregon var ikki av tí besta, tá telefonsamrøðan var gjørd.