Í kvøld, mánakvøldið 18. mars kl. 20, verður italski filmurin Matteusarevangeliið vístur í Kirkjubio í Vestmanna kirkju. Undan filminum heldur Theodor E. D. Olsen, prestur, fyrilestur um filmin.
Italski filmsleikstjórin Pier Paolo Pasolini stjórnaði filminum í 1964.
Hóast filmurin var umstríddur í síni samtíð, er hann í dag mettur sum filmslist á høgum støði, og m.a. hevur katólska kirkjan givið filminum virðisløn fyri sítt
listaliga virði.










