Matt Damon amerikanskur forseti?

Tey filmshugaðu kenna Matt Damon sum ein sera væl umtóktan og dugnaligan filmsleikara, men nú vilja summi vera við, at hann kanska fer at kappast við Barack Obama um forsetaembætið, tá val verður næsta heyst.

Tann kendi leikstjórin Michael Moore var tann fyrsti, sum nevndi Matt Damon sum møguligt republikanskt forsetavalevni, og hugskotið fór sum eldur um internetið.

Sjálvur hevur Matt Damon ikki sagt, hvat hann heldur. Hinvegin hevur hann fleiri ferðir sagt sína hugsan um ymisk politisk viðurskifti so sum kríggið í Irak. Í hesum viðmerkingum hevur hann funnist hvassliga at Barack Obama, forseta, sum eftir hansara tykki hevur umsitið forsetaembætið illa.

Skuldi tað hent, at Matt Damaon verður forseti, so verður hann ikki tann fyrsti, sum fer úr Hollywood til Hvítu Húsini. Tað gjørdei Ronald Reagan eisini.