Matstovutilboðini í høvuðsstaðnum økjast

Trý nýggj feløg vórðu stovnað í síðstu viku. Tvey teirra fara at reka matstovuvirksemi í Havnini, meðan tað triðja fer at arbeiða innan fiskivinnu á Eiði. Tað boðar Business-Line frá.

 

Smápartafeløgini Siv og Skeipa eru nýggjastu nøvnini á matstovukortinum í Havn. Tað eru fólkini aftan fyri Smakka, matstovuna í Norðurlandahúsinum, sum hava stovnað Siv, sum fer at reka matstovuvirksemi og skeiðsvirksemi innan mat-, heilsu- og ferðavinnu.

 

Skeipa er navnið á nýggja smápartafelagnum hjá kokkinum Leif Sørensen. Sambært skrásetingini skal felagið eiga og reka matstovu, matframleiðslu og vistveiting. Hann hevur stovnað felagið saman við Bjarna Joensen og Leivi Dalsgarð.

 

Triðja felagið er smápartafelagið Mót, sum Jógvan í Skorini og Heini Martin Jørðdal Niclasen hava stovnað. Tað felagið skal fáast við keyp, sølu og fiskivinnu. 

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni eru at síggja á Business-Line her.