Matstovur til allar skúlar í Tórshavnar Kommunu

Í dag hava allir almennir og kommunalir stovnar kantinur til starvsfólk, ein sjálvsfylgja í einum nútímans framkomnum samfelag

Men hvat við skúlunum, hava allir skúlar kantinur til børnini at eta í – nei. Býráðsmeirilutin hevur valt at raðfesta ørðvísi, tey hava raðfest fyrisitingina í Tórshavnar Kommunu fram um skúlamál, (sí talvuna niðanfyri).

Okkara børn verða noydd at sita inni í skúlastovunum og eta sín matpakka. Skúlastovurnar eru slett ikki egnaðar sum kantinur. Okkara skúlabørn skulu hava kantinur, sum øll onnur starvsfólk hjá kommununi.

Skúlin er teirra arbeiðspláss, tí er kravið einfalt, allir skúlar skulu hava matstovur til børnini. Hetta er ikki meira enn rímuligt í einari framkomnari kommunu í 2008.

Niðanfyri síggja vit, hvussu fyrisitingin í Tórshavnar kommunu er svulmað upp við 10 mill. kr í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2008. Hesin býráðsmeirilutin hevur niðurprioriterað skúlan og uppraðfest sína egnu fyrisiting. Vit skulu hava kantinur á allar skúlar í kommununi til frama fyri trivnaðin hjá næmingum og lærarum.

Hetta verður loyst tá vit aftur taka við leiðsluni í býráðnum.