Í átakinum, sum í vakstrarpakkanum hevur fingið heitið »Lækka sølu-MVG fyri mat á matstovu- og cateringvirksemi«, sigur Vinnumálaráðið, at matstovuvinnan hevur sera truplar karmar at virka undir í Føroyum í mun til grannalondini og eisini í mun til aðrar føroyskar vinnur. M. a. hevur vinnan bert avmarkaðar møguleikar at forvinna pening upp á sølu av drekkavørum, orsakað av almenna monopolinum upp á innflutning og sølu av víni og øli og teimum almennu avgjøldum, sum verða løgd á vín og øl. Sostatt eru truplu karmarnir í stóran mun skaptir við almennari regulering, hóast ætlanin við ásetingunum í rúsdrekkalógini neyvan hevur verið at leggja fótonglar fyri matstovuvinnuna.
Harumframt er sølu-MVG munandi hægri í Føroyum enn í flestu ES-londum, sum vit kappast við innan ferðavinnu. ES-nevndin hevur góðkent, at limalondini frá 1. juli 2009 kunnu lækka sølu- MVG á matstovu- og cateringvirksemi til í minsta lagi 5 %. Frakland hevur sum fyrsta limalandið nýtt henda møguleika og hevur lækkað MVG’ið á matstovuvirksemi til 5,5%. Í Íslandi er MVG’ið á matstovum 7%. Í bæði Fraklandi og Íslandi er valt ikki at lækka MVG á drekkavørum, ið innihalda alkohol.
Í átakinum verður grundgivið við, at ein vælvirkandi matstovuvinna er ein fortreyt fyri at menna eina røð av øðrum tænastuveitingum. Matstovuvinnan hevur eisini ein avgerandi leiklut í ferðavinnuni, bæði tá tað snýr seg um privat ferðafólk og onnur, sum koma til landið í arbeiðsørindum t. d. í sambandi við ráðstevnum. Harafturat er ein fjøltáttað og vælvirkandi matstovuvinna ein grundleggjandi karmur, tá tað snýr seg um trivnaðin hjá fólki - og nakað sum fólk taka við í metingina, tá avgerð skal takast um at búseta seg í Føroyum ella uttanlands.
Ymiskir møguleikar eru at bøta um karmarnar hjá matstovuvinnuni. Tað er tó ikki sannlíkt, at broytingar verða gjørdar í avgjøldunum á víni og øli, ella at matstovurnar sjálvar fáa møguleika at innflyta vín og øl. Í staðin er neyðugt at kompensera fyri hesa skeikling av marknaðinum á annan hátt. Skotið verður tí upp, at sølu-MVG fyri tilgjørdar máltíðir verður sett niður á 5%, sum er minstamarkið í ES, ella betur verður sett niður á 0 fyri at varðveita greidleikan í MVG-lógini. MVG-frítøkan skal ikki fevna um drekkavørur. Í fyrstu atløgu fer hetta sannlíkt at minka um MVG- inntøkurnar hjá landskassanum, men við tíðini er sannlíkt, at hetta kann føra til økt virksemi innan matstovu- og ferðavinnuna. Sum dømi kann nevnast, at um 100 fólk, sum annars høvdu verið arbeiðsleys ella flutt av landinum, í staðin fáa arbeiði í matstovuvinnuni, kann hetta átakið nærum gerast útreiðsluneutralt fyri landskassan. Um ferðavinnan veruliga tekur dik á seg, kunnu MVG-inntøkurnar hjá landskassanum vaksa í mun til í dag.
Av tí at nevy hagtøl ikki eru, er ilt at meta um kostnaðin. Men í Vinnumálaráðnum meta tey, at tað kostar einar 15 milliónir krónur fyrsta árið. Við tíðini er sannlikt, at hetta kann føra til økt virksemi innan matstovu- og ferðavinnuna og harvið økja inntøkur landskassans nakað.
Tíðarætlanin er, at lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið í hesari tingsetuni.
Til ber hjá fólki at gera viðmerkingar til átøkini á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum www.vmr.fo