Nýggi vinnumálaráðharrin vil broyta lógina soleiðis, at matstovur og gistingarhús eitt nú sjálvi kunnu sleppa at bíleggja tað vín, tey sjálvi ynskja.
Tað sigur Poul Michelsen millum annað í samrøðu í VINNUNI, sum er í VikuskiftisSosialinum. Framsókn hevur havt lógaruppskoti frammi um at fáa øl og vín til sølu í vanligum handlum. Men hetta uppskotið varð felst í Løgtinginum.
Men Poul Michelsen sigur, at tað ber væl til at gera broytingar í rúsdrekkalógini, sjálvt um tær ikki eru so víðgongdar.
– Tá ið uppskotið var felt, lat Rúsan ein handil upp afturat við Streymin. Tað er sjálvandi eitt framstig, men eisini aðrar broytingar eiga at gerast, sigur Poul Michelsen.
Hann vísir á, at tann nýggja matmentanin, sum hevur tikið seg upp, eisini er komin til Føroyar.
Í hesi mentan er vín ein stórur partur. Tá ið fólk eta serligan mat er vanligt í øðrum londum, at tey drekka serligt vín afturvið.
Í Føroyum eru hesir møguleikar eitt sindur skerdir, tí tað vín, sum kann keypast í Føroyum – bæði hjá privatum og matstovuvinnuni – kann bert bíleggjast og keypast í Rúsuni.
– Hetta kundi eg hugsað mær, at vit broyttu, so matstovur og gistingarhús sjálvi sleppa at bíleggja tað vín, tey sjálvi ynskja. Men hetta fara vit so eisini at hyggja uppá, sigur hann.
– Rúsan hevur eina torføra uppgávu. Hon skal leggja forðingar, so vit ikki drekka so nógv, men samstundis skal hon hava avlop og senda yvirskotið aftur í landskassan, sigur Poul Michelsen.










