Løgreglan í Havn hevði um vikuskiftið eitt átak móti matstovum og barrum við skeinkiloyvi. Kannað varð, um hesi høvdu tey neyðugu loyvini og um loyvini vóru greitt frámerkt og sýnd fram á staðnum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tey flestu støðini í Havnini vórðu eftirspurd, og tað vísti seg, at fleiri av hesum ikki høvdu hesi viðurskifti í lagi.
Høvuðsloyvið var í lagi, men tey flestu støðini høvdu ikki hongt hesi loyvi upp á sjónligum stað í matstovuni ella barrini, sum lógin fyriskipar.
Eigararnir hava fyrst fingið eina ávaring frá løgregluni um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.