Lítil ivi man vera um, at stóru eplavelturnar á Sandi munnu teljast millum tær størstu í Føroyum.
Men, á Sandi eru ikki bara stórar eplaveltur. Her eru eisini velduga stórar gularótaveltur og veltur við ymiskari aðrari grøði.
Á Sandi sluppu kokkar - og eisini altjóða kokkar - sjálvir í veltuna um dagarnar at velja sær ta grøði, teir skulu brúka.
Góðu og royndu kokkarnir syrgja eisini fyri, at partar av grøðini verður súltað og brúkt saman við ymiskum mati.
Matstovuvinnan fegnast um henda møguleika og tað eldorado av føroyskari grøði, sum tey sjálvi sleppa at taka upp á Sandi.
##med2##
Hetta er ikki tað, tey eru við, haðani tey koma og áður hava starvast við matgerð og borðreiðing.
Millum matstovurnar, sum brúka grøði av Sandi til sína borðreiðibg, er Áarstova í Havn, sum aftur í heyst fer at skipa fyri heystardøgum.
Her verður høvi hjá almenninginum í døgunum, 28., 29. og 30. oktober at njóta føroysku grøðina saman við feskum fyrsta floks føroyskum lambskjøti.
##med3##
##med4##
##med5##















