Matstovudagarnir verða 18. til 27. februar

Frá fríggjadegnum 18. februar til og við sunnudagin 27. februar 2022 bjóða átta matstovur í Havn inn til forkunnuga og forvitnisliga matskrá fyri niðursettan prís.

 

Tað skrivar Visit Tórshavn.

 

– Ja, tú sparir upp í 50%. Hetta er eitt gott høvi at royna nýggjar matupplivingar, sum tit annars ikki høvdu givið tykkum far um, skriva tey.

 

Á Matstovudøgum hevur tú møguleika at royna nakrar av bestu matstovunum í Havn fyri ein betri prís. Allar luttakandi matstovur bjóða tríggjar rættir fyri einans 350 kr. fyri hvønn. Til ber eisini at bíleggja fimm rættir fyri 500 kr. á útvaldum matstovum.

 

– Gerið tykkum til reiðar at bíleggja borð, tá bókingarskipanin letur upp týsdagin 1. februar kl. 10. Vel millum átta matstovur, bíleggið pláss á matstovudagar.fo, og etið tykkum mett á tykkara yndis matstovu fyri einans 350 kr, skriva tey í Visti Tórshavn og leggja afturat:

 

– Vit gleða okkum okkum at síggja tykkum til Matstovudagar 2022.