Hopleysir og ótíðarhóskandi, frættist.
Tað ljóðar at Gistingarhús- og Matstovufelagið í Føroyum seinastu árshálvu hevur lagt stórt arbeiði í at fáa lóggevarar at vakna, áðrenn unga matstovuvinnan í Føroyum spakuliga doyr.
- Ferðamaðurin í Føroyum eigur at fáa somu sømdir og tænastur á støði, sum ferðamannavinnan veitir honum í øðrum londum.
So einfalt kann tað sigast. Hetta er fremsta endamáls-orðingin hjá Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya. Hugsi at gistingarhúsini í Føroyum klára seg heilt væl, men matstovurnar í Føroyum hava ongan livandi kjans, at bjóða ferðamannin uppliving á sømiligum høgum vesturlendskum støði. Hetta hava fólk í vinnuni aftur og aftur víst á.
Tað virkar sum at politiska ambitións-støðið steðgar við einføldum búff-matstovum. Har er eingin virðing fyri handverkið og listarligu møguleikarnar at skapa nakað unikt føroyskt. Útsýnið er skammiliga trongt!
26. mai koma sonevndir ”ambassadørar” hjá Ny Nordisk Mad, ið er átak undir Norðurlandaráðharraráðið til Føroya at vitja. Ambassadørarnir telja navnframir kokkar sum m.a. Rene Redzepi fra Noma ogTina Nordström frá ”Tinas Mad”.
Ny Nordisk Mad er innovativt átak sum Norðurlandaráðharraráðið fór undir í 2006 at menna virðini í norðurlendsku matmentanini. Úrslitini síggjast týðiliga í londini rundan um okkum. Norðurlendskur matur er fremstur á altjóða gastronomiska pallinum í løtuni. Franskir, italskir og spanskir kokkar valfarta til Norðanlond at nema sær íblástur.
Spurningurin er bara hvat vit her í Føroyum kunna vísa ambassadørunum, tá ið teir koma í mai…