Tað er ikki hvønn dag, at matstovur lata upp uttanfyri miðstaðarøkið, men mánadagin letur Matsølan Grønatúgva 2 í Vági upp. Matsølan heldur til á keiini í Vági, á 2. hædd í bygninginum har Uppboðssølan er. Matsølan verður opin mánadag til fríggjadag, veit www.sudurras.fo at siga.
Matsølan ger døgurða frá mánadegi til fríggjadag. Og umframt at keypa døgurða út úr húsinum, so ber eisini til at keypa døgurða á Torginum í Vági.
Matsølan Grønatúgva 2 fer tó umframt døgurða eisini at gera salatir, smyrjibreyð og annað eftir ordra, sum kann bíleggjast. Til ber eisini at fáa matin koyrdan til dyrnar ella út á arbeiðsplássið.
Matarskráin liggur eisini á facebook-síðuni hjá Grønutúgvu 2sum tú finnur her
Allan mat úr sjónum
Umframt vanligan døgurðamat og mat uppá bestilling, so fevnir vøru-úrvali hjá Matsøluni Grønatúgva 2 eisini um eina røð av fiskavørum. Millum annað flak, kalvi, turran fisk, kjálkar og annan mat úr sjónum, skrivar www.sudurras.fo