Matskeið í Marknagili

Skeiðsdepilin við Marknagil fer saman við danska Hotel- og Restaurantskolen at skipa fyri skeiði í »Buffet« á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í næstu viku

MatskeiÐ

Týsdagin og mikudagin í næstu viku verður skeið í Buffet á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn.
Skeiðsdepilin við Marknagil skipar saman við danska matstovu- og hotelskúlanum fyri skeiði um matgrð á fati, og tveir danskir lærarar fara at undirvísa.
Talan verður um nýggj hugskot við spennandi rættum, sigur Skeiðsdepilin við Marknagil í tíðindaskrivi.
Tær báðar, Laila Hyllekvist og Ingrid Petersen, fara at siga frá um hvussu til ber at borðreiða við ymsum rættum á fati til eitt nú jolaborðhald, morgunmataborð og »grønum rættum«, har fitiinnihaldið í mesta lagi skal røkka teimum 30 prosentunum.
Tað verður undirvíst í bæði teori og praktik ? køkspraktik ? kalla tey tað. Hetta skal geva luttakarunum møguleika fryi at seta saman eitt meira fjølbroytt og spennandi matkort, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Tað fer eisini at bera til hjá fólki, sum annars ikki luttekur á skeiðnum, at koma framvið og síggja ? og ikki minst smakka ? tað, sum gjørt verður á skeiðnum.
Mikudagin tann 9. oktober verður høvi hjá almenninginum at støkka inn á gólvið og keypa sær ein rætt av tí, tey gera, fyri vanligan døgurðaprís hjá Skúlaheiminum, stendur í tíðindaskrivinum frá Skeiðsdeplinum.
Matarhøllin á Skúlaheiminum er opin sum vanligt frá klokkan 11.30 til 12.30.

ej