Nú fáa klaksvíkingar møguleika at leita sær fram góðan tónleik av alskins slag. Tutl flytir nú deildina í Havn, sum nevnist Matrix, til Klaksvíkar.
Tutl var umboðað í handlinum hjá Mangt og Hvat. Kristian Blak frá Tutl sigur, at síðani Mangt og Hvat gavst, hava teir ikki havt nakra deild í Klaksvík Nú ætlar Edward Fuglø at lata upp handil í hølum hjá Fornminnasavninum í Klaksvík og har sleppur Tutl at hava innivist. Í desember verður tó bert talan um at Matrix heldur til í hølunum.
Kristian Blak leggur dent á, at talan verður um stórt útboð av tónleiki, ikki bert tað, ið er á hittlistunum. Í Klaksvík eru nógv tónleikaáhugað fólk, sum nú fáa øktar møguleikar at ogna sær góðan tónleik.









