Í Sosialinum fríggjadagin rópti Hanus Joensen, skúlastjóri og leiðari í Skúlaleiðarafelagnum, neyðarróp. Hetta komst av, at hann hevði fingið greið boð um, at útreiðslur í sambandi við skeið eru ikki kommunalt ábyrgdarøki. Higartil hevur hann goldið skeiðsgjøld av kommunala blokkinum, sum um hann sjálvur hevur umsitið, men nú veit hann ikki, hvagar hann skal senda rokningina.
Seinastu árini hevur tað verið vanligt, at lærarar, sum fara á skeið á Landsmiðstøðini, hava fingið ein drekkamunn fyrrapart, og um skeiðið fevnir um allan dagin, so eisini ein bita á middegi. Tí krevur Landsmiðstøðin, sum er almenni fyriskiparin av skeiðum fyri lærarar, einar 100-200 krónur í luttøkugjaldi frá skúlunum.
Fløkja komin í
Mentamálaráðið er arbeiðsgevari hjá lærarunum, og hevur eisini ábyrgdina av eftirútbúgving og menning læraranna.
Undirvísingarleiðari á Fólkaskúladeildini, Jenny Lydersen, viðgongur, at tey hava ábyrgdina av eftirútbúgving av lærarum, men at hon hevur ilt við at góðtaka, at Landsmiðstøðin krevur eitt gjald fyri kost til skeiðsluttakararnar.
Hon greiðir frá, at fløkjan kom í fyri nøkrum árum síðani, tá Landsmiðstøðin fór undir at taka eitt lítið gjald fyri kost til lærarar, sum vóru á skeiði.
- Fyrr, tá vit sjálvi skipaðu skeiðini, høvdu lærarar matpakka við. Nú Landsmiðstøðin bjóðar lærarum kost, meðan teir eru á skeiði, er støðan ein onnur, tí hesum hava vit í Mentamálaráðnum ikki lagt upp fyri, sigur Jenny Lydersen.
Skilir støðuna
Spurd, um hon metir tað verða ov nógv at krevja, at lærarar, sum ofta koma av bygd, fáa ein drekkamun og ein bita frá arbeiðsgevaranum, sigur Jenny Lydersen, at tað hevur altíð verið vanligt innan lærarayrkið.
Hon greiðir víðari frá, at tá hon sjálv var nevndarlimur í Lærarafelagnum fyri eini tíggju árum síðani, fingu tey ígjøgnum, at lærarar fingu ferðaútreiðslurnar endurgoldnar.
- Lærarar hava ongar útreiðslur av at fara á skeið. Og skúlin hevur onga beinleiðis játtan til hetta virksemið, so eg skilji væl, at skúlarnir ikki vita, hvar teir skulu senda rokningina. Men tíðirnar eru helst broyttar, og tí mugu vit taka hendan spurningin upp, sigur Jenny Lydersen.
Taka málið upp
Uppá spurningin um hvønn stjórarnir so skulu senda rokningina til, sigur Jenny, at teir mugu senda teimum rokningina.
- Eg dugi væl at síggja, at stjórin kemur í eina tvístøðu, sigur Jenny Lydersen, sum kundi hugsað sær, at Hanus Joensen heldur setti seg í samband við fólkaskúladeildina, enn at fara í bløðini.
Til hetta sigur Hanus Joensen, at Mentamálaráðið hevur vitað av hesum trupulleikanum leingi, tí aðrir leiðarar hava eisini fingið boð frá kommununum um, at skeiðsgjøld eru ikki teirra ábyrgdarøki.
- Nú kommunurnar tátta í mugu vit sjálvsagt taka hetta málið upp, sigur Jenny Lydersen.
- Men tað skerst ikki burtur, at vit heldur vilja nýta peningin til skeið til fleiri lærarar, enn til kost og uppihald til lærarar, sum fara á skeið. Soleiðis fáa vit meira menning fyri pengarnar og fleiri lærarar sleppa á skeið oftari.