Vit verða alsamt meir tilvitað um mat, og hvønn týdning hann hevur fyri heilsu og vælveru okkara, men eisini hvussu umhvørvið verður ávirkað av framleiðsluni av mati.
Í Føroyum er kostnaðarmikið at keypa mat, og hjá nógvum familjum er størsti posturin á fíggjarætlanini settur av til mat. Hvussu liva vit heilsugott, umframt at vit hugsa um umhvørvið og pengarnar?
-Sum samfelag oyðsla vit ov nógv við mati, og tað er kostnaðarmikið, sigur Marjun Egholm Højgaard, sum er ein av trimum kvinnum, vit hava tosað við í grein í Sosialinum hetta vikuskifti.
Gunnhild Dahl Niclasen hugsar eisini nógv um umhvørvið, tann sosiala partin og um at maturin tey eta er vistfrøðiligur og heilsugóður. Spurningar so sum um maturin er burðardygt framleiddur, hvør hevur framleitt hann og hvussu hann er framleiddur fylla nógv, tá hon tekur avgerðir um, hvat hon keypir og etur. Eisini er umráðandi at flutningurin av vøruni ikki er langur, tí tað dálkar umhvørvið.
Les meir um hvat Gunnhild og Marjun hava at siga um matoyðsl, mat og etikk í Sosialinum, sum verður í sølubúðunum fríggjamorgunin.