Matoyðsl: Eiga at nýta orkuna rætt

Skal broyting fremjast á økinum, so er umráðandi at hugsað verður um, hvussu orkan verður nýtt

Tað hevur stóra ávirkarn á umhvørvið, at so nógvur matur verður burturbeindur. Skal broyting fremjast á økinum, so er umráðandi at hugsað verður um, hvussu orkan verður nýtt, heldur Gunnhild Dahl Niclasen, BA í stjørnamalafrøði og MA í humanøkologi

 

 

– Vit nýta orkuna skeivt á fleiri mátar, tí vit framleiða ov nógv. Vit nýta orku til at brenna matleivdir, vit brúka olju at brenna við, og tá vit brenna, so dálkar tað umhvørvið við ymiskum útláti. Hesin burturbeindi maturin kundi í staðin verið etin av fólki ella djórum. Er talan um skal, leivdir og annað, so kundi tað verði gjørt til sankutøð, í staðin fyri at vit eisini nýta orku til at innflyta mold til landið, sigur Gunnhild Dahl Niclasen.

 

 

– Eitt annað dømi um, at tað politiska hevur haltað er, at vit enn onki biogassannlegg hava í Føroyum, tí vit tí fáa vit gagnnýtt meir í staðin fyri at dálka. Vit mugu brúka orkuna rætt og leggja hana á rætta stað, leggur hon afturat.

 

 

Sambært kanning um føroyingar og matoyðsl, sum Á samtakið gjørdi í fjør, so siga 94 prosent av teimum spurdu seg koyra mat burtur, tí tey ikki klára at eta hann ella tí, at hann er farin um haldførisdato. Størsta orsøkin til, at maturin verður burturbeindur er, at hann er farin um haldførisdato. Kanningin vísti eisni, at kvinnur gera meira enn menn, og aldursbólkurin eldri enn 45 ár ger mest fyri at minka um sítt matoyðsl.

 

 

Úrslitið av kanningini er grundað á svar frá 400 føroyingum í aldrinum 15-80 ár kring landið, og niðurstøðurnar skulu eftir ætlan geva eina ábending um, hvussu umfatandi trupulleikin viðvíkjandi matoyðsli er í Føroyum.

 

 

Kanningin, sum A samtakið gjørdi í fjør, vísir, at allir føroyingar blaka mat burtur í størri ella minni mun.

 

 

– Vit framleiða ov nógv, nýta ov nógv týningarevni og nýta nógva orku upp á flutning og at brenna tað, ið síðani verður burturbeint. Fólk eru meir og meir varug við hendan risa stóra trupulleikan og eru áhugaði í øðrum møguleikum, sigur Gunnhild Dahl Niclasen.

 

 

Sum eitt dømi nevnir hon, at tað átti í nærsamfelagnum at verði møguligt hjá borgarum at sett egið grønmeti niður, lúka og tikið tað upp aftur saman. Fleiri valdu møguliga hetta í staðin fyri at fara í venjinjingarmiðstøð at venja.

 

 

– Á hendan hátt spardu bøndir arbeiðsmegi, og hini fingu grønmeti við heim, sum tey høvdu størri virðing fyri, tí tey løgdu egna orku í framleiðsluna. Tað kundi elvt til, at vit oyðslaðu minni, sigur hon.

 

 

Gunnhild nevnir, at trupulleikarnir við umhvørvisdálking og matoyðsl eru so mikið stórir, at tørvur er á, at vit verða meir radikal og tora at taka víðgongdari stig enn til dømis at skifta mikrosoft lapparnar út við bummuls lappar, tí slíkar smáar broytingar eru ikki nokk.

 

 

– Eg sakni, at politikarar tora at taka ordiligar avgerðir og verja náttúruna, sum hon er, staðfestir Gunnhild Dahl Niclasen álvarsliga.

 

 

Tað merkir ikki, at vit sum einstaklingar ikki gera okkara til at dálka og oyðsla minni í gerandisdegnum, men besta ráðið, ið Gunnhild kann geva er, at vit hvør í sínum lagi brúka minni av øllum í gerandisdegnum. Hon greiðir frá, at tað als ikki nýtist at vera skerjandi og keðiligt at nýta minni, men heldur hinvegin, so er tað spennandi og gevandi at gera sítt til, at minni verður dálkað og oyðslað.

 

 

– Eisini mugu vit nýta vit og skil, áðrenn vit keypa og burturbeina. Hóast eitt dato er á eini vøru, so merkir tað ikki, at vøran er óetandi. Haldførisdato er ásett fyri at verja brúkaran, men sumt gongur als ikki út, sigur hon.