Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eru tí báðir farnir undir átøk, ið skulu fremja matvørumenning og gera, at føroyskar matvørur verða betur atkomiligar.
Ein týðandi liður í arbeiðinum er at stimbra eftirspurningin og við hesum skapa betri grundarlag undir framleiðsluni av føroyskum matvørum. Endamálið er at styrkja og menna undirstøðukervið fyri menning av matvørum í øllum landinum og at fáa samvirkni millum tey átøk, sum longu eru sett í verk, m.a. í Veltuni á Sandi og á Grøna Háskúlanum, á iNOVA og eisini at knýta samband við átøk, sum útbúgvingarstovnar og kommunur hava tikið stig til.
Arbeitt verður við at gera eina heildarætlan fyri matmenning við tilmæli til tíðarhóskandi stimbrandi karmar um at menna nýggjar matvørur og matvinnur í Føroyum.